- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lá avdottin í kirkjugarðinum

Hóast bæði G! og Vestanstevna hava verið um vikuskiftið, hevur tað verið rímiliga friðarligt hjá politinum.
Tó hevur verið neyðugt at hjálpt nøkrum fólkum heim á G!, tí tey hava verið drukkin, og so hevur eisini verið í bæði Havn og Klaksvík.
Bæði rundan um G! og Vestanstevnuna hevur politiið gjørt ferðslukanningar, men eingin er tikin fyri rúskoyring.
Seint seinnapartin í gjár fekk politiið eina fráboðan um, at ein maður lá avdottin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn.
Politiið fór á staðið, vakti hann og hjálpti honum heim.
Í gjárkvøldið var ein bilførari tikin og skuldsettur fyri at hava yvirhála í Leynatunlinum, og tað vísti seg eisini, at hann koyrdi ávirkaður.
Og seint í gjárkvøldið fekk politiið fráboðan um, at millum 500 og 1000 litrar av olju vóru farnar á sjógv í Havn í sambandi við bunkring.
Har verður so givin bót fyri brot á kunngerðina um bunkring.



























