Smyril motorsteðg fyrrapartin

Smyril motorsteðg fyrrapartin
Ein av teimum fýra høvuðsmotorunum á Smyrli steðgaði, tá ið hann fyrrapartin var á veg av Tvøroyri til Havnar.
 
16.07.2023 - 13:10

- Tað er ikki greitt hví motorurin steðgaði, men tað er ikki nakað mekaniskt, sum er farið, upplýsir Niels Juel Arge, stjóri.

Ferðin minkaði nakað av hesi orsøk, og ferðafólkini merktu eisini, at skipið fór at rulla.

Hetta kemst av, at ein av stabilisatorunum ikki virkar sum hann skal, og tá ferðin fer niður, rullar skipið meira.

So skjótt Smyril hevði lagt at í Havn, var farið undir at finna brekið á tí eina høvuðsmotorinum og at arbeiða við stabilisatorinum.

Brekini hava higartil ikki ávirkað ferðaætlanina hjá Smyrli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234