Maskinbrekið á Smyrli rættað

Maskinbrekið á Smyrli rættað
Nú verður arbeitt við at rætta brekið við stabilisatorinum, men tað ávirkar ikki ferðaætlanina hjá Smyrli, ið siglir sum hann plagar.
 
17.07.2023 - 07:19

Smyril siglir nú aftur við fullari maskinmegi, eftir at ein av teimum fýra høvuðsmotorunum steðgaði, tá ið hann fyrrapartin í gjár var á veg av Tvøroyri til Havnar.

Tí fekk Smyril ikki siglt við fullari ferð, og eisini merktist eitt sindur av rulli á honum. Hetta seinna stóðst av, at ein av stabilisatorunum ikki riggaði, sum hann skuldi.

Maskinbrekið er nú rættað, men framvegis verður arbeitt við at fáa rættað feilin við stabilisatorinum.

Hetta ávirkar ikki ferðaætlanina hjá Smyrli, ið nú aftur siglir sum hann plagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234