Royna at leingja kornavtaluna

Royna at leingja kornavtaluna
Ukrainski forsetin og ST-aðalskrivarin hava tosað í telefon um støðuna
Avtalan um kornflutning um Svartahavið fór úr gildi í gjárkvøldið, men roynt verður at leingja hana.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.07.2023 - 09:10

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, vónar, at landið saman við ST kann gera nýggja avtalu um at útflyta korn um Svartahavið.

Í gjár tók Russland seg úr kornavtaluni, og hevur sett fleiri krøv fyri at leingja avtaluna. 

Fyrsta kravið er, at russiski landbúnaðarbankin, Rosselkhozbank, skal setast í gildi í altjóða gjaldsskipanini, Swift, aftur.

Sambært tíðindastovuni Reuters hevur ukrainski forsetin tosað í telefon við aðalskrivaran í FN, António Guterres. 

 

Verður kornavtalan ikki longd, kann tað elva til matvørukreppu. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

400 miilliónir hava tørv á korni

- Vit eru samd við Guterres um at arbeiða saman, eisini saman við øðrum londum, fyri at endurnýggja matvørutrygdina og flutning av matvøru um Svartahavið, skrivar Zelenskyj á boðtænastuni, Telegram. 

Á tíðindafundi í gjárkvøldið vísti ukrainski forsetin á, at 400 milliónir fólk hava tørv á korni til matna.

NRK skrivar, at Zelenskyj ætlar eisini at gera kornavtalu við Turkaland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266