Uttanríkisráðharrar tingast um kornflutning

Uttanríkisráðharrar tingast um kornflutning
Avtalan fór úr gildi í gjárkvøldið, og russar vilja í løtuni ikki leingja hana
Kornavtalan fór úr gildi í gjárkvøldið, men í dag hava tingingar verið um málið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.07.2023 - 14:51

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur í dag verið á fundi við turkiska starvsbróður sín Hakan Fidan.

Á fundinum tosaðu teir um, hvussu korn kann flytast í økinum, uttan at ukrainar ella vesturlendingar leggja seg útí.

NTB skrivar, at russiska uttanríkisráðið sigur, at teir báðir umrøddu hættir at flyta korn, uttan at nakar saboterar flutningin.

Avtalan um kornflutning um Svartahavið hjá ukrainum og russum fór úr gildi ígjárkvøldið, og russar vilja í løtuni ikki leingja hana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928