Koyra nú aftur eftir Krim-brúnni

Koyra nú aftur eftir Krim-brúnni
Brúgvin, sum søkt var at í gjár, er millum Krim og russiska meginlandið
Enn er einki sagt alment, hvør skipaði fyri atsóknini, men russar ivast ikki í, at tað vóru ukrainar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.07.2023 - 15:31

Partur av Krim-brúnni - eisini nevnd Kertsjbrúgvin - riggar nú aftur.

Í morgun vistu russiskir miðlar at siga,, at eitt sindur av ferðslu nú kann leiðast yvir brúnna aftur. Brúgvin er bygd millum Krim og russiska meginlandið, og plagar at verða nógv brúkt.

Tvey fólk lótu lív, tá fleiri spreingingar vóru á brúnni í gjár. 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at spreingingarnar á brúnni eru prógv fyri, at kríggið nærkast russiska fólkinum.

Enn er einki sagt alment, hvør skipaði fyri atsóknini, men russar ivast ikki í, at tað vóru ukrainar.

Spreingingarnar vóru í tí endanum á brúnni, sum er næst russiska meginlandinum. 

 

Sí innslag í Degi og Viku:

 

20230717_KRIM-BRUGV_ALOPIN


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928