Hitabylgja gevur ikki endurgjald fyri avlýsta ferð

Hitabylgja gevur ikki endurgjald fyri avlýsta ferð
Ger serlig heilsustøða seg galdandi, sum lækni kann vátta, ber til at venda sær til tryggingarfelag
Hiti ella hitabylgja er ikki grund til at fáa pengarnar aftur fyri avlýstar ferðir. (Savnsmynd)
 
19.07.2023 - 08:38

Hóast ógvislig hitabylgja ger um seg í ferðamálunum har suðuri í Evropa, er tað ikki nóg góð orsøk til at fáa avlýstar ferðir endurgoldnar.

Tað skrivar svenska TT-tíðindastovan.

- Hiti ella hitabylgja er ikki grund til at fáa pengarnar aftur fyri avlýstar ferðir, sigur Adam Györki frá ferðaskrivstovuni TUI.

Og Martina Krantz frá ferðaskrivstovuni Apollo sigur somuleiðis, at tað er bara, tá ið rátt verður fólki frá at ferðast til ávís ferðamál, at tey kunnu fáa pengarnar aftur.

Ger serlig heilsustøða seg galdandi, ið kann váttast av lækna, ber tó til at venda sær til eitt tryggingarfelag, um tað altso er hitin, ið er orsøk til avlýsingina, skrivar svenska TT-tíðindastovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891