Amerikanski sangarin Tony Bennett er deyður

Amerikanski sangarin Tony Bennett er deyður
Tony Bennett bleiv 96 ára gamal
Tony Bennett bleiv 96 ár
Mynd: Tony Bennett á Facebook  
 
21.07.2023 - 14:06

Ein legenda innan tónleikaídnaði hevur lagt árarnar inn. 

Amerikanski sangarin Tony Bennett er deyður. 

Tað skriva altjóða fjølmiðlar. 

Tony Bennett bleiv 96 ár. 

Yrkisleiðin hjá Tony Bennett rakk yvir 70 ár, og vann hann hópin av Grammy-heiðurslønum.

Tony Bennett er serliga kendur fyri hittið "I Left My Heart in San Fransisco" frá 1962. 

Tony Bennett bleiv føddur í New York í 1926, og Frank Sinatra segði um hann, at hann var tann størsti poppsangarin í heiminum. 

Tony Bennett fekk staðfest Alzheimers í 2016, men hann helt fram við at framføra og innspæla tónleik til 2021. 

Seinast Tony Bennett bleiv sæddur alment var í august 2021, tá hann stóð á pallinum í víðagitna Radio City Music Hall í New York saman við Lady Gaga, sum hann hevur innspæla fleiri plátur saman við. 

Framførslan bar heitið "One Last Time". 

Tony Bennett var kendur fyri sína sera vøkur rødd og evni til at syngja ymiskar sjangrur. 

Fyrsti sangurin, ið hann gav út, var kendi sangurin "Because of You" í 1951. 

Tony Bennett var stóra fyrimyndin hjá Amy Winehouse, sálu, og tey bæði innspældu og framførdu eisini saman. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985