SF26: Andreas Odbjerg spælt fyrstu konsert í Føroyum

SF26: Andreas Odbjerg spælt fyrstu konsert í Føroyum
"Det er på tide at vi lader Færøerne være frie," segði Andreas Odbjerg, tá hann hugtók Summarfestivalgestirnar við einari krútsterkari konsert
 
08.08.2026 - 21:34

Andreas Odbjerg hevur fleiri ferðir áður fingið fyrispurningar um at koma til Føroyar at spæla, men hevur oftast takkað nei. Men í ár skuldi tað verða.

Á pallinum skemtaði kendi danski poppsangarin við føroyingum, og skýrdi teir góðar snapsagubbar.

Allastaðni, hann var komin, var snapsur boðin, og hetta dámdi honum væl. Hetta fortaldi Andreas eftir fyrstu sangirnar, og síðani bjóðaði hann fjøldini til eina ordans veitslu.

 

Náttúra og regn

Sjálvt í oysandi regni var Vágsbøur fullur av fólki.

Andreas Odbjerg rósti føroysku náttúruni og segði, at danska náttúran einki hevði at bjóða samanborið við Føroyar.

At spæla á Vágsbøi var, segði hann, sum at spæla í "outer space“.

 

Mariettudukkan Tobias

Til "STOR MAND“, sum Andreas Odbjerg vanliga syngur saman við Tobias Rahim, hevði Andreas eina marionettudúkku við á pallin. Dukkan tók sær av at syngja brotini hjá Tobias, og tað riggaði væl.

Andreas Odbjerg spældi eisini eina útgávu av einum lagi hjá Pil, sum hann spældi saman við henni á Roskilde Festivalinum fyrr í ár.

 

Latið Føroyar verða frælsar

Ein óvæntað løta kom, tá Andreas Odbjerg nevndi føroyskt sjálvstýri. Hann segði, at Føroyar sjálvandi skuldu vera ein sjálvstøðug tjóð, og at hann gleddi seg at koma aftur at spæla í Føroyum, tá Føroyar vóru eitt sjálvstøðugt land:

"Det er på tide at vi lader Færøerne være frie“, segði hann.

Kendi poppsangarin endaði við einum av sínum kendastu løgum, "I morgen er der også en dag", og fjøldin sang so inniliga við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751