- Tíðindi, mentan og ítróttur
SF26: Oddvitið Odbjerg

Jú, tað er rætt.
Andreas Odbjerg líktist í roynd og veru Esmar Eysturoy úr skemtirøðini Pipar og Salt, meðan hann gekk á pallinum í øllum regninum í einum regnjakka, har hettan var væl snurraða um tunnhærda skallan hjá honum.
Men hann dugir onkursvegna meir enn at mata sær, hesin serlingurin úr Odense, sum leygarkvøldið spældi ein ta bestu konsertina, ið er hoyrd á Vágsbøi.
Uttan at hava fyri neyðuni at skríggja og skrála, hoppa og dansa, so rúnarbant Andreas Odbjerg øll tey túsundtals fólkini, ið vóru komin at lurta.
Mynd: Tordis Vang Guttesen
LES EISINI: SF26: Andreas Odbjerg spælt fyrstu konsert í Føroyum
Byrjaði við einari umbering
Andreas Odbjerg byrjaði konsertina við at umbera, at hann ikki hevði verið í Føroyum áður, og hann ávaraði eisini fólk um, at tað kundi blíva neyðugt við einum steðgi í konsertini, um tað fór at regna ov illa.
Samstundis vissaði Odbjerg fólk um, at hann og bólkurin nokk skuldu koma aftur á pallin, tá tey høvdu riggað soleiðis til, at tað ikki var vandamikið fyri tey at framføra í øllum regninum. Og tað gjørdu tey eisini, tá tey høvdu ein steðg.
Skamm fáið tann, ið takkaði fyri høviska atburðin hjá Odbjerg við at tveita okkurt upp á pallin, sum beinavegin var átalað. Sovorðið má og skal ikki hendan.
Mynd: Tordis Vang Guttesen
Tappar úr danska sangskattinum
Tú stóðst ongantíð við kensluni av, at tað bara vóru høviskar glosur, ið Andreas Odbjerg loysi av millum sangirnar. Her var ein maður, ið veruliga var glaður fyri at standa í øllum regninum á Vágsbøi og framføra sínar vøkru, donsku poppsangir fyri føroyingum.
Tónlistarliga tappar Andreas Odbjerg burtur úr danska sangskattinum frá serliga áttati árunum. Bólkar sum Tøsedrengene, Danse med drenge og Dodo and the Dodos hoyrast aftur í tónleikinum hjá Odbjerg, sum allatíðina liggur røttu megin markið millum at vera kitsj og kult.
Fyri at siga tað sum tað er, so er tónlistarliga úttrykkið hjá Odbjerg sum danskt sum tað yvirhøvur kann vera, men tað er so ótrúliga gjøgnumført, at tað er hugtakandi.
Mynd: Tordis Vang Guttesen
Alt spælt
Afturat sær á pallinum hevði Odbjerg ein væl mannaðan og kvinnaðan bólk, ið hann sjálvur skýrdi sum tann besta í Danmark - ja, í allari verðini. Um mann skal fara so langt er ivasamt, men ófatiliga væl spældi bólkurin, ið taldi átta fólk.
Og alt bleiv spælt. Her var einki snilt backtrack við tónleiki, ið skuldi pynta upp á framførsluna. Øll ljóðini, ið tú hoyrdi undir konsertini, blivu skapt á pallinum.
Har vóru blásarar, kórsangarar, alskyns slagverk og sjálvt ein tvørfloyta bleiv hálað fram miðskeiðis undir konsertini afturvið suðuramerikonsku tónunum í sanginum "svært at være fantastisk".
Sum ein kendur føroyskur tónleikari, ið stóð undir liðini á mær, tók til: "Hetta er lekkurt". Og tað var júst, hvussu tað kendist at vera til konsert við Andreas Odbjerg og hansara fólkum. Lekkurt.
Mynd: Tordis Vang Guttesen
Ein tann besta konsertin
Skorið inn á bein, so skrivaði konsertin hjá Andreas Odbjerg leygarkvøldið seg inn í Summarfestival-søguna sum ein av allarbestu, saman við konsertunum hjá The Scorpions, Twisted Sister, Ronan Keating, Lukas Graham (tann fyrra), Allan Walker og Europe.
Góðu sangirnir og góða framførslan av teimum vóru sjálvandi bulurin, sum gjørdu konsertina við Andreas Odbjerg til nakað serligt, tí Odbjerg fór ikki av pallinum uttan at hava spælt allar sínar kendu sangir. "Jeg tror jeg elsker dig for evigt", "Jeg ka' rigtigt godt li'dig", "Jeg føler mig 100 prosent", "Hjem til fabrikken", og so endaði hann sjálvandi við "I morgen er der også en dag".
Og tá tað ikki bar til at hava Tobias Rahim við á pallin til at framføra "Stormand", ja so tók Odbjerg bara eina marionettudukku við á pallin at syngja brotini hjá Rahim. Ein finta, ið bar vitnisburð um, at Odbjerg ikki tók seg sjálvan alt ov seriøst.
Mynd: Tordis Vang Guttesen
Fólksins maður
Men tað, ið lyfti konsertina upp á ovastu løgini, var maðurin sjálvur. Onkursvegna kendist ein eyðmjúkleiki í øllum tí, sum Andreas Odbjerg gjørdi. Hann var alt annað enn ein højrøvet dani, ið var komin til Føroya at erpa sær fyri føroyingum, sum vit hava sæð óteljandi dømir um millum ár og dag.
Andreas Odbjerg er ein fólksins maðurin. Hann hvørki roynir ella vil gera seg sjálvan til meira enn nakar annar, hóast hann í dag telist millum størstu stjørnur á danska tónleikapallinum.
"Det tog mig ni år, før der var noget, som gad lytte til mine sange," greiddi Andreas Odbjerg frá. Tað tók honum eisini luttøku í bæði X-Factor og The Voice. Boðskapurin var ikki at geva upp, men at blíva við at trúgva upp á egnan mátt og megi, hóast tað rekur ímóti.
Andreas Odbjerg gjørdi sær eisini tann ómak at nevna "Árna", ið las í Danmark, sum hevði tikið sær so væl av teimum í Føroyum.
Og so helt dámligi danin, at tað var upp á tíðina, at Danmark lat Føroyar blíva ein sjálvstøðug og fræls tjóð.
Pallstjórin og politikararnir Sjúrður Skaale lá ikki á boðunum, men skipaði fyri einari atkvøðugreiðslu fyri og ímóti loysing, tá Odbjerg var farin av pallinum. Hvør vann kunngjørdi Sjúrður ongantíð.
Mynd: Tordis Vang Guttesen
Oddvit
Tað, ið vit upplivdu á Vágsbøi leygarkvøldið, var musikalitetur á høgum støði, og eitt tónlistafólk, ið er eitt slag av oddviti, sum dugir meir enn tey flestu, uttan at tú ordiliga kanst seta orð á júst hvat tað er.
Eg haldi, at tað kann kókast niður til orginalitet, hóast tónleikurin hjá Andreas Odbjerg á ongan hátt brýtur upp úr nýggjum tónlistarliga. Men tónleikurin so verður framførdur við einum orginaliteti, ið er hugtakandi.
Fyri einum ári síðani mistu vit føroyingar okkara kanska tónlistarliga størsta orginal, tá Jóanjakku Guttesen fór frá okkum. Anderas Odbjerg minnir meg eitt sindur um Jóanjakku - ikki tónlistarliga, men menniskjaliga. Eg fekk sama vibe, sum tað eitur á nýføroyskum, av Odbjerg, sum eg fekk av Jakkanum. Har er eitt gløggskygni og ein øðrvísi, skeivur mátin at síggja verðina uppá, ið gongur aftur hjá báðum orginalunum.
Mynd: Tordis Vang Guttesen



























