Eykabýráðsfundur á Tvøroyri

Eykabýráðsfundur á Tvøroyri
Tvøroyrar býráð fer í dag at viðgera umsóknina hjá Varðanum Pelagic og broytingina í byggisamtyktini, sum Umhvørvismálaráðið hevur góðkent.
 
25.07.2023 - 07:52

Í dag fer Tvøroyar býráð at hava eykabýráðsfund um umsóknina frá Varðanum Pelagic um byggiloyvi til protein- og lýsisverksmiðju.

Eisini er til viðgerðar broyting í byggisamtyktini, so byggiloyvið kann gevast.

Umhvørvismálaráðið hevur góðkent, at byggisamtyktin verður broytt.

Tá broytingin var til ummælis, komu tvey mótmæli. Í øðrum teirra var eisini eitt broytingaruppskot.

Men býráðið á Tvøroyri samtykti einmælt ikki at broyta ætlanina um at broyta byggisamtyktina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096