Eitt fólk latið lív í eldi umborð á farmaskipi

Eitt fólk latið lív í eldi umborð á farmaskipi
23 sjómenn hava verið noyddir at fara av farmaskipinum “Fremantle Highway”, tá eldur kom í skipið út fyri Hollandi
 
26.07.2023 - 10:13

Í minsta lagi eitt fólk latið lív og fleiri hava fingið skaða, tá eldur kom í farmaskipið “Fremantle Highway” út fyri Hollandi, skrivar AFP-tíðindastovan.

23 sjómenn hava verið noyddir at fara av skipinum.

Fleiri teirra, ið lupu á sjógv, eru tiknir uppaftur av skipum, sum eru komin á staðið at veita hjálp.

Aðrar hava tyrlur hjá hollendsku vaktar- og bjargingartænastuni tikið upp.

Farmaskipið, sum er skrásett í Panama, var á veg úr Bremerhaven í Týsklandi til Port Said í Egyptalandi við umleið 3.000 bilum.

Arbeitt verður nú við at sløkkja eldin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928