68 limir hava stevnt Lærarafelagnum

68 limir hava stevnt Lærarafelagnum
Lærararnir krevja, at avgerðin, sum varð tikin á aðalfundi tann 29. apríl í ár um at strika loka-upphæddina í eini samlagstrygging hjá limunum, verður ógildað
 
02.08.2023 - 11:58

Tann 7. juni í 2000 varð avgjørt á aðalfundi hjá Lærarafelag Føroya at broyta eina samlagstrygging fyri allar limir í felagnum, soleiðis at limirnir fingu 100.000 krónur skattafrítt, tá ið teir fylla 67 ár.  

Dagføringin av avtaluni merkti, at limirnir eru bundnir at rinda til skipanina.

Á aðalfundi tann 29. apríl í ár skeyt ein limur upp at lokaupphæddin varð strikað fyri allar limirnar.

280 atkvøddu fyri og 61 ímóti at strika lokaupphæddina. 

 

Hava rindað smáar 70.000 krónur

Tað merkir, at teir limir, sum nú fara á frá fyri aldur, ikki fáa nakað burturúr, hóast tey hava rindað til skipanina í góð 23 ár - eina upphædd, sum helst liggur millum 60 og 70.000 krónur í alt. 

Av tí at avtalan kom í gildi beinanvegin, so er tað samstundis soleiðis, at tey, sum fyltu 67 ár, beint eftir hon kom í gildi, fingu útgoldið 100.000 krónur, hóast tey lítið ella einki høvdu goldið inn í skipanina. 

Nú hava 68 limir hjá Føroya lærarafelag stevnt lærarafelagnum. 

 

Ógildig samtykt

Í stevningini stendir, at um aðalfundarsamtyktin frá 29. apríl verður standandi, missa limirnir alla ta uppsparing, sum teir hava goldið inn í skipanina uttan at fáa nakra móttænastu yvirhøvur. 

Limirnir missa eisini møguleikan at fáa útgoldið 100.000 krónur uttan skattskyldu við 67 ára aldur.

Kravið hjá limunum, sum stevna lærarafelagnum er, at avgerðin frá 29. apríl verður ógildað.

 

Gjørt seg inn á einstaklingarættindi

Sambært stevningini meta limirnir, at aðalfundaruppskotið gjørdi seg inn á sáttmálavunnin einstaklingarættindi hjá limunum, og at slík rættindi ikki kunnu strikast uttan samtykki frá viðkomandi limum og er tí ógildig.

Í øðrum lagi, at skipanin við lokaupphæddini undir ongum umstøðum kann setast úr gildi, uttan at ein freist, ið á rímiligan hátt loyvir limunum at innrætta síni pensjónsuppsparingarviðurskifti eftir broyttu umstøðurnar.

Limirnir eru eisini av teirri fatan, at lærarafelagið hevur skyldu til at eftirrinda viðkomandi limunum tað, ið hesir hava mist ella fara at missa orsakað av ógildigu aðalfundarsamtyktini og møguligari uppsøgn ella tillaging av avtaluni


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083