Døglingar darva enn ferðsluni

Døglingar darva enn ferðsluni
Nógvu bilarnir, sum standa á Kaldbaksvegnum, tí fólk hyggja eftir døglingunum á Kaldbaksfirði, eru framvegis til ampa fyri ferðsluna, sigur politiið
Mynd: Harald Bjørgvin Photography  
 
03.08.2023 - 09:49

Tríggir døglingar hava verið á Kaldbaksfirði í tríggjar vikur.

Nógv eru tey, ið steðga á og nýta høvið at síggja hesa sjáldsomu sjón. 

Men nógvu bilarnir, sum standa á Kaldbaksvegnum, tí fólk hyggja eftir døglingunum á Kaldbaksfirði, eru framvegis til ampa fyri ferðsluna, sigur politiið.

 

Skulu standa røttu megin

Bilar hava loyvi til at standa á Kaldbaksvegnum.

Men tað skal vera við skili, millum annað skulu bilarnir standa røttu megin.

Hámarksferðin á Kaldbaksvegnum er 80 km/t.

Tá kemur illa við, um bilførarar høgga bremsurnar í, tí teir síggja ein hval.

Politiið undrast á, hví fólk ikki standa norðaru megin Kaldbaksfjørð, á vegnum til Kaldbaks, tí har er ferðslan nógv minni.

 

Myndina tók Harald Bjørgvin
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928