Forsetavalevni í Ekvador dripið

Forsetavalevni í Ekvador dripið
Fernando Villavicencio, sum stillaði upp til forsetavalið í Ekvador, varð í gjár skotin og dripin á einum veljarafundi í høvuðsstaðnum Quito
Ein veljarafundur í Ekvador endaði í blóðbaði, tá valevnið Fernando Villavicencio varð skotin og dripin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.08.2023 - 09:30

Fólk í Ekvador eru skelkað eftir at Fernando Villavicencio, sum stillaði upp til forsetavalið 20. august varð skotin og dripin á einum veljarafundi í gjár. 

Fleiri vápnaðir menn vóru við í álopinum, skrivar Reuters. 

Sambært statsadvokatinum í landinum, er ein persónur, sum var undir illgruna fyri morðið, skotin av trygdarliði seinni um dagin.

Viðkomandi doyði seinni av løstunum. 

Á X skrivar sitandi forseti, Guillermo Lasso, at hann fer at æra minni um Fernando Villavicencio og tí, hann arbeiddi fyri. 

- Eg kann vissa tykkum um, at hendan ræðugerð verður revsað. Skipaði harðskapurin er farin ov langt og lógin fer at raka harðskapsfólkini hart, skrivar hann. 

Onnur forsetavalevni í Ekvador heita nú á stjórnina um at gera okkurt við slík dráp beinavegin. 

- Vit vilja ikki bara hava orð frá stjórnini. Ger okkurt. Vit verða dripin, segði valevnið Otto Sonnenholzner á einum tíðindafundi, skriver Reuters.

Sambært veljarakanningum, so hevði Villavicencio fingið 7,5 prosent av atkvøðunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011