Oyggin Maui í Hawaii brennur

Oyggin Maui í Hawaii brennur
Í minsta lagið 53 fólk hava latið lív, hundratals heim eru brunnin í grund og túsundatals fólk eru flutt burtur av ferðaoynni Maui í Hawaii
Oyggin Maui á Hawaii brennur í løtuni, og 53 fólk hava longu latið lív. 1000 onnur er saknað
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.08.2023 - 08:38

Stórir eldar gera um seg í Hawaii. 

Serliga stendur illa til í vælumtóktu ferðaoynni, Maui.

Í minsta lagið 53 fólk hava latið lív, hundratalsheim eru brunnin í grund og túsundatals fólk eru flutt burtur. 

- Býurin Lahaina er í ljósum loga, sigur senatorurin á Hawaii, Brian Schatz, við BBC. 

Tað sæst eisini á fylgissveinamyndum og myndum tiknar frá tyrlum. 

Sløkkiliðslið og bjargingarfólk hava roynt at sløkt eldin og flyta fólk burtur, men støðan er versnað, tí nógvur vindur hevur fingið eldin at breiða seg. 

Sambært samferðslumálaráðharranum á Hawaii, royna í minsta lagið 4.000 ferðafólk av koma av oynni Maui. 

Eisini er eldur á størstu oynni, Hawaii. Hundratals hektrarar eru brendir, siga lokalu myndugleikarnir, sambært Reuters.

Hetta er størsta vanlukka, sum hevur rakt Hawaii í yvir 60 ár.

Í 1960 kravdi ein tsunami 61 mannalív, men mett verður, at eldarnir, sum nú herja, fara at gera enn meira um seg, tí í løtuni eru næstan 1.000 fólk saknað, sum man ikki hevur hoyrt frá, skrivar Danmarks Radio. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011