Føroyingur gekk seg fastan oman fyri Hvannasund

Føroyingur gekk seg fastan oman fyri Hvannasund
Tað vóru tveir vinmenn, sum vóru farnir túr í fjøllunum oman fyri Hvannasund. Annar fór omanaftur í bilin, meðan hin vildi síggja meir, men endaði við at ganga seg fastan
Tað er bratt norðanfyri, og tað fingu tveir føroyskir vinmenn at kenna sviðan av, tá teir gingu seg fastar oman fyri Hvannasund
Mynd: Hvannasunds kommuna á Facebook  
 
11.08.2023 - 09:46

Ein maður gekk seg fastan í fjøllunum norðanfyri í gjár, og hjálp varð boðsend. 

Tað vóru tveir vinmenn, sum vóru farnir túr í fjøllunum oman fyri Hvannasund, ið komu í knípu.

Annar fór oman aftur í bilin, ímeðan hin vildi síggja meir. 

Tá ið vinmaðurin ikki kom aftur, vórðu boð send eftir løgregluni. 

 

Gingið seg fastan í brattlendi

Bjargingartyrla, fjallaklintrarar, politistar og staðkend fólk vórðu boðsend.

Tey fingu eyga á mannin, sum hevði gingið seg fastan í brattlendinum og slapp hvørki aftur ella fram. 

Nakrir staðkendir mans fóru ímóti honum og fingu leiðbeint hann, hvussu hann skuldi ganga seg burtur úr knípuni og hann kom omanaftur í øllum góðum.

Vinmenninir vóru báðir føroyingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928