Sjómannadagar byrja týsdagin

Sjómannadagar byrja týsdagin
Føroya Sjómannadagur hevur kunngjørt skránna fyri familjudagarnar, sum byrja í morgin, 15. august, til sunnudagin 20. august.
Brot úr Dagur og viku, sum sendi beinleiðis frá stóra og tiltikna vatnkrígginum, sum altíð er fríggjakvøld á Sjómannadøgunum.
 
14.08.2023 - 10:54

So byrja Sjómannadagarnar aftur, hvørs endamál er at varpa ljós á fiskivinnuna í sini heild. 

Av nógvu ymisku tiltøkunum kann árliga fiskivinnutingið nevnast. Fiskivinnutingið verður í Miðhøllini á Skúlatrøð. Tað er Føroya Fiskimannafelag skipar fyri pallborðsfundi. Luttakararnir eru serfrøðingar og limir úr øllum flokkum á Løgtingi.

Høvuðsevnið á fundinum er spurningurin: Ber til at virðisøkja fiskatil­feingið meira, enn gjørt verður í løt­uni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?

Eisini skal viðgerðast um tað eru ótroyttir møguleikar fyri virðisøking av fiskatilfeinginum, tá ið tað kemur til matvørur úr fiski. Til dømis fisk í dós og aðrar víðarivirkaðar fiskavørur?

Umframt hvørjir møguleikar eru fyri virðisøking av fiskatilfeinginum við øðrvísi vørum, eitt nú plástur úr skræðu,lýsi og annað.

Tríggjar framløgur vera á fundinum: Sigurjón Árason, yvirverkfrøðingur á Matís og professari á Háskóla Íslands fera at tosa um royndirnar í Íslandi við víðarivirking av fiskavørum.

Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum fer at tosa um virðisøking og fjøltáttan av búskapinum í samfel­ags­búskap­ar­ligum høpi. Og Ben Arabo, stjóri í Framtak, fer at tosa um fígging av nýggjum/innovativum framleiðslum. 

Fiskivinnutingið verður mikudagin 16. august klokkan hálvgum sjey.

Skráin fyri ársins sjómannadagar sæst her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120