Afturkalla naan breyð

Afturkalla naan breyð
Hýggj kann vera í Coop Naan breyði við hvítleyki. Tey skulu tí ikki etast, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
Soleiðis síggja afturkallaðu naan breyðini út
Mynd: Coop Danmark  
 
15.08.2023 - 08:47

Coop Danmark hevur afturkallað breyðini, sum eisini eru seld í Føroyum.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu, hfs.fo, sæst nágreiniliga, hvørji breyð, talan er um.

Vørur, sum ótilætlað eru hýggjuskotnar, eru ikki egnaðar sum matur. 

Hýggj kann gera svampaeitur, sum kann vera krabbameinselvandi og skaða ílegurnar.

Heilsufrøðiliga starvstovan mælir fólki til at lata handlinum, sum hevur selt teimum Coop Naan breyð við hvítleyki, tey aftur, ella beina tey burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334