Føroyar varðveita somu kredittmeting

Føroyar varðveita somu kredittmeting
Ratingfyritøkan Moody's hevur verði Føroyum og gjørt eina kredittmeting av føroyska búskapinum, og Føroyar fáa triðhægstu meting frá Moody's
Ratingfyritøkan Moody's
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.08.2023 - 17:05

Føroyar varðveita somu kredittmeting. 

Tað skrivar landsbankin í tíðindaskrivi.

Fríggjadagin gjørdi ratingfyritøkan Moody’s greitt, at Føroyar varðveita sítt kredittvirði.

Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

 

Evnini at rinda skuld aftur

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. 

Føroyar hava við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. 

Og tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí:

Fyri tað fyrsta, so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Fyri tað næsta, so gevur kredittmetingin føroyingum møguleika at føra sín egna fíggjarpolitik í tíðum við búskaparligari afturgongd. Og fyri tað triðja, so hevur góða próvtalið eisini ávirkan á, hvørja rentu Landskassin skal rinda fyri lán. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

 

Sambandið við Danmark umráðandi

Um Føroyar ætla at seta nøsina upp móti at fáa eina betri kredittmeting, so skal skuldin hjá landinum minkar munandi, ella búskapurin gerast meira fjøltáttaður.

Um Føroyar ætla at varðveita góðum metingina, so skal landið umganga, at skuldin veksur munandi, at landskassin hevur bygnaðariligt hall, til dømis hall í fleiri ár á rað, at óvæntaðir stoytir rakar fiskivinnuna/alivinnuna, og at sambandið við Danmark viknar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083