Fleiri gentur enn dreingir mistrívast

Fleiri gentur enn dreingir mistrívast
Stovnurin fyri fólkaheilsu í Danmark hevur kannað trivnaðin hjá næmingum í 5., 7. og 9. flokkum, og útslitið vísir, at gentur trívast verri enn dreingir
Eitt nú siga 59 prosent av gentunum í 9. flokki seg javnan uppliva ótta og órógv, meðan talið er 29 prosent hjá dreingjum í 9. flokki
Mynd: Savnsmynd  
 
17.08.2023 - 12:03

Ein umfatandi donsk kanning staðfestir, at nógv fleiri gentur enn dreingir mistrívast.

Tað er stovnurin fyri fólkaheilsu, ið hevur staðið fyri kanningini, sum er gjørd við næmingum í 5., 7. og 9. flokkum.

Næmingarnir hava svarað einum spurnarblaði, og 6.000 børn og ung hava svarað. 

 

Størri munur við aldrinum

Í 5. flokki er eingin munur á kynunum, tá tey verða spurd um trivna og sálarheilsu, men í 7. flokki byrjar at síggjast ein munur. Í 9. flokki er ein týðuligur munur.  

Eitt nú siga 59 prosent av gentunum í 9. flokki seg javnan uppliva ótta og órógv, meðan talið er 29 prosent hjá dreingjum í 9. flokki.

Øll uppliva ótta og órógv onkuntíð, men serliga hjá børnunum og ungum kann tað vera eitt tekin um mistrivna, um tað er afturvendandi, sigur frágreiðingin. 

Harumframt siga yvir 50 prosent av gentunum í 9. flokki seg hava lágt sjálvsvirði, ímeðan talið er 10 prosent hjá dreingjum.

Naja Kinch Sohn, ráðgevi í felagskapinum, Redbarnet, sigur við DR1, at orsøkirnar eru fleiri. 

Mistrinvadur_millum_ung_170823

 

Ráðgevin sigur harumframt, at tað er munur á, hvussu tey ungu brúka sosialu miðlarnar. 

- Gentur eru í nógv størri mun saman á netinum, har tær samanbera seg við hvørja aðra og viðmerkja og dáma. Dreingir harafturímóti mangan hava ein felagsskap á sosialu miðlunum, har teir spæla telduspøl móti hvørjum øðrum, sigur hon. 

Kanningin sigur tó, at yvirskipað hava tey flestu tað gott, og hava góð sambond við vinir og familju, men lagt verður afturat, at tað eru ov nógvar gentur, sum stríðast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911