Skógareldar herja í Kanada

Skógareldar herja í Kanada
Ongantíð áður hava so nógvir skógareldar gjørt um seg í Kanada sum nú. Fleiri enn túsund eldar brenna í løtuni og tamarhald er ikki á útvið hundrað teirra
 
20.08.2023 - 09:44

Undantaksstøða er lýst í British Columbia har vesturi í Kanada, har skógareldar gera nógv um seg.

Leiðarin í statinum British Columbia, David Eby, sigur sambært BBC, at støðan broytist skjótt, og at tað eru nakrir sera avbjóðandi dagar fyri framman. 

Túsundtals fólk verða í løtuni flutt burtur frá heimum sínum, og undantaksstøðan gevur myndugleikunum fleiri amboð at hjálpa. Undantaksstøðan merkir eisini, at myndugleikarnir kunnu seta ferðaavmarkingar til ymisk øki.

Skógareldar eru ikki óvanligir í Kanada, men hetta er ringsta summarið við skógareldum, sum tey vita um í Kanada, sigur Eby. 19.000 fólk eru flutt burtur úr býnum Yellowknife, meðan myndugleikarnir nú eru farnir undir at flyta fólk burtur úr býnum West Kelowna, har 36.000 búgva.

Sambært The Guardian eru tað fleiri enn túsund skógareldar sum brenna í løtuni og tamarhald er ikki á útvið hundrað teirra. Bara í statinum Northwest Territories, eru fleiri enn 2 milliónir hektarar av lendi farnir upp í royk higartil. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928