Russland: Prigozjin var á ferðafólkayvirlitinum

Russland: Prigozjin var á ferðafólkayvirlitinum
Leiðarin fyri illa gitna Wagner-bólkin, sum royndi at gera hernaðarkvett móti Putin í juni, var umborð á niðurdotna flogfarinum, sambært russisku loftferðslumyndugleikunum
Flogfarið, ið var av slagnum Embraer Legacy, í ljósum loga
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
23.08.2023 - 21:48

Leiðari hjá Wagner-bókinum, Jevgenij Prigozjin, var umborð á flogfarinum, sum fyrr í dag datt niður norðanfyri Moskva. 

Tað siga russisku loftferðslumyndugleikarnir, sambært Reuters. 

Tað verður somuleiðis hildið, at stovnarin av Wagner-bólkinum, Dmitrij Utkin, eisini var umborð á niðurdotna flogfarinum. 

Miðil Telegraf váttar eisini tíðindini, at Prigozjin var umborð.

Sambært Telegraf, so ímynda ljósini í høvuðssætið hjá Wagner-bólkinum í kvøld ein kross. 

Tíggju fólk vóru umboð, har av sjey vóru ferðafólk, meðan mannskapið taldi trý. 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur í viðmerking til tíðindini, at tað kemur ikki óvart á hann, um Jevgenij Prigozjin var umborð á flogfarinum. 

Nógv er tosað um, at tað fór at fáa avleiðingar fyri Jevgenij Prigozjin og Wagner-bólkin, at illa gitni russiski bólkurin royndi at gera hernaðarkvett móti Putin í juni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928