Valstríðið hjá republikanarunum er byrjað

Valstríðið hjá republikanarunum er byrjað
Átta republikansk valevni vóru í fyrsta sjónvarpskjakinum, tó ikki Donald Trump, sum skal møta í rættinum í dag
Vivek Ramaswamy og Nikki Haley í hørðum orðadrátti í sjónvarpaða orðaskiftinum í nátt.
Mynd: Win Mcnamee/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.08.2023 - 10:22

Amerikanska forsetavalstríðið varð skotið í gongd í nátt okkara tíð, tá tað fyrsta almenna sjónvarpskjakið varð hildið millum átta fólk, sum royna at gerast republikanska forsetavalevnið á valinum í november næsta ár.

Millum hesi átta vóru fyrrverandi varaforsetin Mike Pence, guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, og fyrrverandi ST-sendikvinnan Nikki Haley, sum var einasta kvinnan av teimum átta.

Donald Trump, sum er nógv fremstur í øllum meiningakanningum hjá republikansku veljarunum, var ikki við í kjakinum, sum var í Milwaukee í statinum Wisconsin. Hann skal møta í rættinum í Atlanta í dag.

 

Frá sjónvarpskjakinum á Fox News í nátt. (Mynd: Win Mcnamee/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Bara tvey søgdu nei

Tá orðstýrarin spurdi tey átta valevnini, um tey fara at stuðla Donald Trump sum forsetavalevni, sjálvt um hann verður dømdur sekur í rættarmálinum móti sær, søgdu bara tvey av teimum nei. 

Sambært viðmerkjaranum hjá Fox News, kom 38 ára gamli Vivek Ramaswamy best frá orðaskiftinum í nátt. Hann segði, at hann ætlar ikki at brúka meira pengar uppá Ukraina, men vil heldur brúka pengarnar til at herða eftirlitið við meksikanska markið.

Hann kallaði eisini veðurlagsbroytingarnar fyri "bluff".

Veljarakanningarnar hava Vivek Ramaswamy á triðja plássi aftan fyri Trump og Ron DeSantis í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928