Nýggj upprunaføroysk krimi til børn um at vera tilflytari

Nýggj upprunaføroysk krimi til børn um at vera tilflytari
"Flytifuglar" kallast nýggj barankrimi, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Talan er um eina søgu um at vera tilflytari í Føroyum
Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelags  
 
28.08.2023 - 13:22

11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár.

Men hóast tað, so hevur hon ilt við at kenna seg heima, tí eingin letur Mai gloyma, at hon er øðrvísi, tí Mai er tilflytari. 

Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann.

Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
 

Bæði heima og fremmand í senn

Soleiðis ljóðar søgugongdin í bókini "Flytifuglar", sum Elin á Rógvi hevur skrivað. 

Í Føroyum búgva nógvar familjur, har annað foreldrið er føroyingur, og hitt foreldrið er tilflytari úr einum øðrum landi. Børnini í hesum familjum hava tí ofta tvær mentanir og tvey mál - um ikki fleiri. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Elin á Rógvi, rithøvundur, setir við bókini sjóneykuna á, hvussu tað kennist at vaksa upp í einum samfelagi, har tú bæði ert heima og fremmand ella fremmandur í senn? Hvussu er tað hjá einum barni at vera ímillum tvær mentanir?

Í sambandi við útgávuna skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri útgávutiltaki mikukvøldið 30. august klokkan 19 í Reinsarínum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065

Meira um sama evni