Menn ikki vardir nóg væl í lóg um foreldramyndugleika

Menn ikki vardir nóg væl í lóg um foreldramyndugleika
Nýggj frágreiðing er komin um gerandislívið, virði og familjuviðurskifti hjá monnum í Føroyum
Bara trý prosent av monnum í Havn halda, at menn eru eins væl vardir og kvinnur. (Mynd: Schutterstock)
 
28.08.2023 - 13:56

Sera fáir menn halda, at lógin um foreldramyndugleika verjir teir líka væl sum hon verjir kvinnur.

Bara trý prosent av monnum í Havn halda, at menn eru eins væl vardir og kvinnur.

Á bygd halda fimm prosent, at menn eru eins væl vardir.

Nýggj frágreiðing er komin um gerandislívið, virði og familjuviðurskifti hjá monnum í Føroyum.

 

Firouz Gaini, professari í antropologi, var verkætlanarleiðari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

650 menn vóru spurdir

Frágreiðingin er ein spurnarkanning, sum var gjørd í februar og mars 2022.

650 menn í aldrinum 18 til 52 ár vóru við í kanningini. 136 spurningar vóru í kanningini. 

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum stóð á odda fyri kanningini og frágreiðingini pápar og familjulív í Føroyum 2022. 

Firouz Gaini, professari í antropologi, var verkætlanarleiðari.

Spurnakanningin var gjørd í samstarvi við fyritøkuna Lóður.

Talan er um fyrstu kanning av sínum slagi í Føroyum.

Kanningin kann lesast her.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096