Fleiri pápar vera stakir uppihaldarar í framtíðini

Fleiri pápar vera stakir uppihaldarar í framtíðini
650 menn í aldrinum 18 til 52 ár vóru við í kanningini, sum var gjørd í februar og mars í fjør
Frágreiðingini leggur fram úrslitini av landsumfatandi spurnakanning, sum varð gjørd í februar/mars í fjør.
 
29.08.2023 - 08:41

Næstan annar hvør maður heldur, at fleiri, ella nógv fleiri, pápar vera stakir uppihaldarar í framtíðini.

Tað halda 46 prosent í spurnakanningini, sum var gjørd til frágreiðingina um gerandislív, virði og familjuviðurskifti hjá monnum í Føroyum.

650 menn í aldrinum 18 til 52 ár vóru við í kanningini, sum var gjørd í februar og mars í fjør.

24 prosent halda, at støðan verður tann sama sum nú.

47 prosent halda, at fleiri, ella nógv fleiri, pápar fara ikki at búgva saman við børnunum hjá sær.

Bara seks prosent halda, at færri, ella nógv færri, pápar vera, sum ikki búgva saman við børnunum hjá sær.

34 prosent av teimum spurdu, halda, at menn fara at fáa færri, ella nógv færri, børn enn nú. 

Bara sjey prosent halda, at teir fara at fáa fleiri, ella nógv fleiri, børn.

Stórur meiriluti, 62 prosent, heldur, at fleiri, ella nógv fleiri, pápar vera samkyndir ella LGBTQ+arar. 

Bara tvey prosent halda, at teir vera færri, ella nógv færri.

Frágreiðingin kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018