Samstarvsavtala um dopingeftirlitsfólk

Samstarvsavtala um dopingeftirlitsfólk
20 dopingroyndir eru tiknar av ítróttafólki í ár, men eingin var staðfestur positivur
Anti Doping Føroyar sigur, at føroysk ítróttafólk eru tilviltað um antidoping. (Savnsmynd)
 
04.09.2023 - 10:56

Í farnu viku vóru umboð fyri Anti Doping Danmark  á vitjan í Føroyum. 

Endamálið við vitjanini var m.a. at undirvísa dopingeftirlitsfólkunum í Føroyum og at skriva undir samstarvsavtalu við Anti Doping Føroyar. 

Endamálið við samstarvsavtaluni er at tryggja, at Føroyar eru dagførdar, tá ið ræður um krøv, sum verða sett dopingmyndugleikum. 

Við samstarvsavtaluni hava dopingeftirlitsfólk í Føroyum møguleika at útbúgva seg gjøgnum útbúgvingarnar, sum Anti Doping Danmark skipar fyri. 

- Sostatt er avtalan við til at tryggja fakliga støðið hjá dopingkontrollantum í Føroyum, sigur Jónas Tór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum.

 

Jónas Tór Næs, formaðr í Anti Doping Føroyum, og Kim Højgaard Ravn, stjóri í Antidoping Danmark, hava skrivað undir nýggja samstarvsavtalu. 

 

Eingin positivur

Higartil í ár eru 20 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttafólki, men eingin var staðfestur positivur.

Tríggjar royndir vórðu tiknar av ítróttafólki í Innirógving, seks í rógving, fýra í fótbólti, trimum í vektlyfting og fýra í kurvafótbólti.

Anti Doping Føroyar sigur, at føroysk ítróttafólk eru tilviltað um antidoping.

Ætlanin er at taka 40-50 dopingroyndir í ár.

Hoyr samrøðu við Jónas Tór Næs í útvarpstíðindunum: 

 

04092023_Jonas_Tor_Naes

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096