Viðgjørdu dómstólar og fongsulsviðurskifti

Viðgjørdu dómstólar og fongsulsviðurskifti
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur havt fund við Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, eftir fundin í dag.
 
04.09.2023 - 14:28

Dómstólar og fongsulsviðurskifti vóru á skránni, tá Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hitti Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra, í Keypmannahavn í dag.

Løgmálaráðharrin hevði boðið landsstýrismanninum á fund í sambandi við politisku avtaluna, sum skal gerast fyri dómstólarnar. Avtalan skal eftir ætlan galda í fleiri ár. 

Á fundinum gjørdi landsstýrismaðurin m.a. vart við, at tað hevur stóran týdning, at viðurskiftini hjá Føroya Rætti eru tey somu sum hjá øðrum donskum dómstólum.

Á fundinum var tilgongdin at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum umrødd, umframt viðurskiftini hjá føroyskum fangum í Mjørkadali og í Danmark.

- Eg fegnist um, at Peter Hummelgaard er sinnaður at gera sítt til, at føroysku ynskini verða gingin á møti, sigur Bjarni Kárason Petersen eftir fundin í dag, skrivar Løgmálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083