Á Breddanum: Haldføri og pensjónsaldur

Á Breddanum: Haldføri og pensjónsaldur
Búskaparráðið mælir til at hækka pensjónsaldurin. Poltiskt kjak verður í útvarpsstovuni
Malan Johansen, landsbankastjóri, og Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelagi pensjónista, vera í Breddanum fyrrapartin.
 
05.09.2023 - 09:01

Fíggjarlógin gevur hall í ár og næsta ár, og framskrivingar vísa, at hetta er ein trupulleiki, sum bara fer at vaksa, um tiltøk ikki verða sett í verk.

Tað segði Búskaparráðið, tá heystfrágreiðingin varð løgd fram fríggjadagin.

Breddin í dag fer at snúgva seg um serliga eitt av tiltøkunum, sum er at hækka pensjónsaldurin.

Vit tosa við Maluna Johansen, landsbankastjóra, og Beatu L. Samuelsen, forkvinnu í Landsfelagi pensjónista.

Aftaná verður politiskt kjak.

Í útvarpsstovuni vera  Sólvit E. Nolsø í Framsókn, Liljan Weihe í Tjóðveldi, Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum og Súsannu Bertholdsen í Javnaðarflokkinum. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10, og sendingin verður eisini stroymd á kvf.fo.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360