Óbroytt gjald á flogvøllinum

Óbroytt gjald á flogvøllinum
Gjaldið fyri hvørt ferðafólk er 170 kr., men floghavnin í Kastrup hækkar gjaldið á nýggjárinum
Gjaldið fyri ferðafólk á flogvøllinum í Vágum verður óbroytt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.09.2023 - 12:55

Vága floghavn hevur onga ætlan um at hækka gjaldið, ið verður lagt á fólk, sum fara úr Vágum við flogfari.

Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Gjaldið er 170 kr. 

Men á nýggjárinum verður dýrari at flúgva úr Kastrup.

Tá hækkar flogvøllurin prísin fyri hvørt ferðafólk 47 krónur, úr 170 krónum upp í 217 krónur.

 

28 prosent hækking

Í nýggjari avtalu, sum flogvøllurin hevur gjørt við størstu flogfeløgini, ið brúka flogvøllin í Kastrup, hækkar gjaldið 28 prosent hetta til 31.desember 2027.

Gjaldið er annars minkað níggju prosent síðani 2017.

Flogfeløg, sum ikki eru við í avtaluni millum flogvøllin og stóru flogfeløgini, millum annað Atlantic Airways, fáa nú avtaluna til kunningar.

Ferðslustýrið, Trafikstyrelsen, skal síðani góðkenna avtaluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096