Sleppur ikki í Hægstarætt

Sleppur ikki í Hægstarætt
Eystari landsrættur dømdi Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóra í Eik banka, at rinda 85,7 mió. kr. í endurgjaldi, og tann dómurin stendur nú við
Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Eik banka, sleppur ikki í Hægstarætt.
 
06.09.2023 - 08:16

Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri í Eik banka, sleppur ikki í Hægstarætt við dóminum, sum hann fekk í Eystara landsrætti 10.januar í ár.

Processbevillingsnævnet, sum gevur loyvi til at fara í Hægstarætt, hevur sagt nei.

Processbevillingsnævnet grundgevur ongantíð fyri sínum avgerðum, sama um nevndin svarar ja ella nei. 

 

Hugstoyttur

Marner Jacobsen sigur, at hann er hugstoyttur, tí hann sleppur ikki í Hægstarætt. Meira vil hann ikki siga um málið.

Eystari landsrættur dømdi hann at gjalda 85,7 mió. kr. í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti.

Og tann dómurin stendur nú við.

Men Marner Jacobsen hevur trygging, sum tekur við. 

 

Fríkendur sum nevndarformaður

Marner Jacobsen var eisini stevndur eftir endurgjaldi, tí hann var nevndarformaður í danska Eik banka. 

Endurgjaldskravið var 250 milliónir. 

Marner Jacobsen var í Eystara landsrætti dømdur at rinda ein brotpart av tí. Men tá slapp hann í Hægstarætt.

Og 22.juni í 2020 var Marner Jacobsen í Hægstarætti fríkendur fyri at rinda endurgjaldið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096