Kærustovnurin: Felag krógvaði vinningsbýti

Kærustovnurin: Felag krógvaði vinningsbýti
Talan er um 17 milliónir kr., og málið byrjaði í 2019
Kærustovnurin gav TAKS viðhald. (Savnsmynd)
 
06.09.2023 - 12:20

Kærustovnurin hevur staðfest eina avgerð hjá TAKS um krógvað vinningsbýti.

Talan er um 17 mió. kr.

Málið byrjaði í apríl 2019.

Tá fekk TAKS fráboðan frá Skráseting Føroya um frásagnirnar hjá einum smápartafelagi fyri árini 2013, 2014, 2015, 2016 og 2017, sum Skrásetingin hevði kannað.

Talan kundi vera um skattasvik, var niðurstøðan hjá Skrásetingini. TAKS kannaði málið.

 

Peningur fluttur á útlendskar kontur

Niðurstøðan var, at nógvir pengar eru fluttir av peningastovnskontu hjá smápartafelagnum til útlendskar peningastovnskontur, pengar, sum ikki vóru við í rakstrinum í 2017, sambært felagsins roknskapi. 

Hetta eru, sigur TAKS, pengar til feløg ella fólk, sum tey, ið eiga smápartafelagið, hava felagsáhugamál við. 

Tað er krógvað vinningsbýti og ikki útreiðslur, sigur TAKS.

Smápartafelagið vísir hesum aftur.

Tað sigur, at pengarnir hava ikki samband við raksturin hjá felagnum.

 

Millumrokningarkonta

Hetta eru pengar, sum hava samband við rakstrarinntøkur og útreiðslur hjá einum skipi, sum annað felag eigur, og sum smápartafelagið er í samtaki við.

Felagið hevur tí bókað peningaflytingarnar um millumrokningarkontu.

Kært var til skatta- og avgjaldskærunevndina, men hon gav TAKS viðhald.

Talan er um krógvað vinningsbýti sambært kapitalvinningsskattalógini, er niðurstøðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096