Endurgjald fyri arbeiðsskaða skal fylgja lønarvøkstrinum

Endurgjald fyri arbeiðsskaða skal fylgja lønarvøkstrinum
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskot um broytingar íum endurgjald fyri mist vinnuføri
Eftir tingfundin í dag verður næsti tingfundur 19.september.
 
07.09.2023 - 08:26

Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið hjá landsstýrinum, um at endurgjald fyri mist vinnuføri eftir arbeiðsskaða skal fylgja lønarvøkstrinum.

Sum nú er minkar tað í veruleikanum, - realvirðið minkar, so hvørt sum lønir fara upp.

Dømi í lógaruppskotinum er, at fólk fekk 180.000 kr. í endurgjaldi í 2011.

Endurgjaldið er tíggju ár seinni, í 2022, framvegis 180.000 kr. um árið. Onnur endurgjøld eru hækkað sløk 23 prosent.

Arbeiðsskaðatryggingarlógin skal eisini broytast, tí pensjónsaldurin hækkar.

Eftir tingfundin í dag verður næsti tingfundur 19.september.

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083