Á Breddanum: Orðaskifti um serskattaskipanir

Á Breddanum: Orðaskifti um serskattaskipanir
Búskaparráðið mælir til at taka serskattaskipanirnar av, og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tekur eisini undir við tí
Tørvur er á arbeiðsegi í Føroyum, og tí eiga serskattaskipanir at verða tiknar av, heldur Búskaparráðið. (Savnsmynd)
 
07.09.2023 - 09:11

Skulu serskattaskipanir, sum gera tað lokkandi at fara av landinum at arbeiða, takast av?

Ja, heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. 

Búskaparráðið, sum júst er komið við sínum tilmælum í heystfrágreiðing, sigur eisini ja, men hvat sigur tingið?

Tað spyrja vit um í Breddanum í dag, tá limir í fíggjarnevndini fara at skifta orð um málið í útvarpsstovuni. 

Kjak verður millum Eyðgunn Samuelsen, Eirik í Jákupsstovu, Sólvit Nolsø, Beinir Johannesen og Magnus Rasmussen.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. Sendingin verður eisini stroymd á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096