Nettrygdin skal raðfestast

Nettrygdin skal raðfestast
Álop frá teldusníkum kunnu lættliga leggja alt samfelagið lamið. Og vandin fyri slíkum álopum er alsamt vaksandi. Tí verður nú ein nettrygdarætlan sett í verk.
08.09.2023 - 19:55

Vit hava tilbúgving á landi, á sjógvi og í luftini - men onga tilbúgving í cyperspace. Sonevnd cyperálop eru ein veruleiki, sum eisini føroyska samfelagið má fyrihalda seg. Tí er nú gjørd ein trý ára nettrygdarætlan við átta strategiskum málum.

 

Málini eru hesi:

  1. Verja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi
  2. Skipa nettrygdartilbúgving, sum tekur við alt fyri eitt, tá ið álvarsligir tilburðir henda
  3. Gera nettrygdarlóg, ið fevnir um allar samfelagsgeirar
  4. Skipa nettrygdarmyndugleika
  5. Hækka nettrygdarstigið á stovnum og skipanum hjá landinum
  6. Skipa nettrygdarútbúgvingar og kt-útbúgvingar sum heild á øllum stigum
  7. Miðsavna og standardisera kt-skipanir
  8. Mena hugburðin til kt-trygd

Sambært Leif Abrahamsen, sum hevur samskipa nettrygdarætlanina, verður nógv gjørt fyri kt-trygdina, bæði hjá stovnum og fyritøkum. Men samlaða yvirlitið, heildarmyndin, manglar, og tí gerst samfelagið sárbart fyri møguligum álopum. Tí er eftir hansara tykki sera átrokandi at kortleggja kritiska infrakervið í samfelagnum og byggja verjugarðar kring tað.

Sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, kostar nettrygdarætlanin góðar seks milliónir krónur næsta ár, og síðani 9-10 milliónir um árið í 2025 og 2026. Arbeiðið byrjaði undir síðstu samgongu og er gjørt liðugt av hesari samgongu, og tí væntar landsstýrismaðurin breiða, politiska undirtøku fyri nettrygdarætlanini.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392