Føroya Tele í rættin við avgerð

Føroya Tele í rættin við avgerð
Føroya rættur skal taka støðu til, um Føroya Tele hevur brotið kappingarlógina
 
08.09.2023 - 19:10

Føroya rættur skal taka støðu til, um Føroya Tele hevur brotið kappingarlógina. 

Kappingareftirlitið meldaði fyrr í ár Føroya Tele til løgregluna, tí eftirlitið metti, at felagið í 2018 misnýtti sína stødd og ráðandi marknaðarstøðu. Føroya Kærustovnur gav Kappingareftirlitinum viðhald í niðurstøðini. Málið kann enda við stórari bót.

Freistin hjá Føroya Tele at kæra avgerðina hjá Kappingareftirlitinum var í dag, annars hevði málið enda hjá ákæruvaldinum.

Og nú er greitt, at Føroya Tele hevur kært avgerðina til Føroya rætt. 

Ósamd
Í skrivligari viðmerking til Kringvarpið sigur Símun Skaalum,  stjóri í FT samskifti, at:

"Sum vit áður hava sagt, eru vit ósamd í niðurstøðuni hjá Kappingarráðnum og Føroya Kærustovni. Av tí, at málið við hesum er endaliga avgreitt innan fyrisitingina, hava vit nú latið Føroya Rætti stevning í málinum".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096