Sendistovurnar kostaðu minni enn væntað

Sendistovurnar kostaðu minni enn væntað
Bara ein sendistova kostaði meira enn játtað á figgjarlógini
Føroysku sendistovurnar uttanlands kostaðu 27 mió. kr. í fjør.
 
11.09.2023 - 08:19

Føroysku sendistovurnar kostaðu minni í fjør, enn sett var av til teirra í fíggjarlógini.

Settar vóru av 30,8 milliónir krónur.

Men tær sjey sendistovurnar kostaðu 27 milliónir.

Bara ein sendistova, tann í Íslandi, kostaði meira. Hon fór 250.000 upp um játtanina.

 

Koronuavmarkiingar

Landsstýrið hevur upplýst, at í flestu londunum, har sendistovurnar eru, vóru koronuavmarkingar í fyrru hálvári 2022, í Kina so at siga alt árið.

Ætlanin var, at sendistovan í Moskva skuldi flyta úr hølunum hjá donsku sendistovuni í egin høli. 

Men sum støðan er í Russlandi, var tann ætlanin ikki framd.

Sendistovan í Moskva hevði slakar 5,6 millónir krónur í fíggjarlógini, men brúkti slakar 3,5.

Tølini eru í frágreiðingini um frávik millum játtan og nýtslu hjá Landsgrannskoðaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087