Høgriflokkurin vann kommunuvalið í Noregi

Høgriflokkurin vann kommunuvalið í Noregi
Arbeiðaraflokkurin hevði sítt ringasta val í nærum hundrað ár
Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum, fegnaðist um valúrslitið á kommunuvalinum í gjár.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
12.09.2023 - 10:32

Høgriflokkurin vann kommunuvalið í Noregi í gjár.

Tað var greitt, tá 99,7 prosent av atkvøðunum vóru tald, skrivar NRK.

Høgriflokkurin fekk 25,9 prosent av atkvøðunum, og norski javnaðarflokkurin, Arbeiðaraflokkurin, fekk 21,7 prosent. 

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, viðurkendi í nátt, at hetta ikki var úrslitið, ið hann hevði væntað. Hetta var ringasta valið hjá Arbeiðaraflokkinum í nærum hundrað ár.

 

Jonas Gahr Støre og Arbeiðaraflokkurin taptu kommunuvalið so dyggiliga. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

 

- Vit væntaðu eitt torført val, og tað var tað eisini. Hetta er ikki nóg gott, segði hann við sjónvarpsrásina TV2

Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum, er sera fegin um úrslitið.

- Hetta er fyrstu ferð síðani 1924, at Høgri er størsti flokkur í landinum. Vit fara at liva upp til álitið, vit hava fingið, segði Erna Solberg við tíðindastovuna, NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911