Kim Jong-un á veg heimaftur

Kim Jong-un á veg heimaftur
Norðurkoreanski leiðarin hevur verið á vitjan hjá russiska forsetanum
Russiski forsetin og norðurkoreanski leiðarin høvdu fund á einari rúmdarstøð har eysturi í Russlandi.
Mynd: Sputnik/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.09.2023 - 15:37

Nógv umrøddi fundurin millum norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, og russiska forsetan, Vladimir Putin, er liðugur.

Tað skrivar í øllum førum russiska tíðindastovanm Ria Novosti.

Sambært tíðindastovuni fór norðurkoreanski leiðarin fyri løtu síðani inn í skottryggjað tokið hjá sær, sum setti kós móti norðurkorenska høvuðsstaðnum, Pyongyang.

Fundurin hevur verið umrøddur í fleiri vikur, og varð, tá avtornaði, ikki hildin har, sum hann sambært tíðindum upprunaliga skuldi haldast.

 

Hittust á eini rúmdarstøð

Tí ístaðin fyri at steðga í russiska havnarbýnum,  Vladivostok, sum roknað varð við, fór skottrygga tokið hjá Kom Jong-un til eina rúmdarstøð har eysturi í Russlandi.

- Eg eri fegin um at síggja teg, segði Putin sambært almennum russiskum miðlum , tá hann tók ímóti Kim Jong-un.

Norðurkoreanski leiðarin svaraði, at hann var fegin um, at Putin hevði stundir at hitta seg, tá hugsað verður um, hvussu nógv Putin hevur um at vera.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928