So hækkaði rentan aftur

So hækkaði rentan aftur
Evropeiski Miðbankin hevur hækkað rentuna upp í fýra prosent
Hetta er 10. ferðin, at ECB hækkar rentuna seinastu tíðina.
Mynd: Wolfgang Rattay/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.09.2023 - 14:27

Evropiski Miðbankin, ECB, hevur í dag hækkað leiðandi rentuna eitt fjórðings prosentstig, og rentan er nú fýra prosent.

Tað boðar Miðbankin frá.

Hetta er 10. ferðin, at  ECB hækkar leiðandi rentuna.

Tá Evropiski Miðbankin hækkar rentuna, ger danski Tjóðbankin vanliga tað sama.

Á tann hátt verður danska krónan hvørki dýrari ella bíligari mótvegis evruni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911