Meiriluti av manningini vildi gevast

Meiriluti av manningini vildi gevast
Veðurforsagnirnar eru ikki góðar, men Livar Nysted hevði kortini hug at halda fram at rógva útnyrðingsleiðina
700 fjórðingar vóru eftir at rógva, tá ein meiriluti av manningini gjørdi av, at ferðin skuldi enda.
 
15.09.2023 - 08:31

Livar Nysted og manning eru givnir at rógva, nú 700 fjórðingar eru eftir á mál. 

Orsøkin er ringt veður. 

Livar Nysted sigur, at ein meiriluti av manningini er fyri at gevast. Hann segði soleiðis í útvarpstíðindunum í morgun: 

 

15092023_Livar

 

Livar Nysted og hinir rógvararnir í bátinum Hermione løgdu frá landi í Pond Inlet í Kanada 17. august, tá farið var at rógva útnyrðingsleiðina, sum er norðasta leið til Kyrrahavið.

Í gjár legði Livar Nysted hetta videobrotið út á Facebook:

 

 

Manningin krokar nú 20-25 fjórðingar frá býnum Cambridge Bay. Tá ið veðrið verður til vildar, verður róð inn til býin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096