17 fólk útgreinað í sambandi við kynssamleika

17 fólk útgreinað í sambandi við kynssamleika
Fólkini eru 18-34 ár. Ein triðingur er menn og tveir triðingar kvinnur.
Margit Stórá er landsstýriskvinna í heilsumálum.
 
18.09.2023 - 08:52

Seinastu fimm árini hevur Sjúkrahúsverkið ávíst 17 fólk til Center for kønsidentitet.

Tey eru send til útgreiningar í sambandi við kynssamleikaviðurskifti.

Hetta hevur kostað 170.000 kr.

Harumframt kemur kostnaður fyri ferð og uppihald og fyri viðgerð hjá teimum, har mett verður, at fakligt grundarlag er fyri henni.

Hetta eru fólk í aldrinum 18 til 34 ár. Ein triðingur er menn og tveir triðingar kvinnur.

 

Jenis av Rana, løgtingsmaður, spurdi landsstýriskvinnuna, hvør heimild er at senda frísk fólk av landinum til læknaviðgerð. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Margit svarar Jenisi

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann.

Hann spurdi millum annað, hvør heimild er at senda frísk fólk av landinum til læknaviðgerð.  

Margit Stórá svarar, at heimildin er í sjúkrahúslógini. 

Í Sjúkrahúsverkinum eru viðgerðir,kanningar og útgreiningar, hóast ikki er illgruni um sjúku.

Tá fólk vilja skifta kyn, er tað tí, at tey vilja broyta sítt kropsliga ella lívfrøðiliga kyn, so tað svarar til teirra kynsfatan, sigur landsstýriskvinnan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329