Ongar reglur um stiftsstjórn ella fíggjarviðurskifti

Ongar reglur um stiftsstjórn ella fíggjarviðurskifti
Tað dregur út at gera reglurnar, hóast fólkakirkjan kom á føroyskar hendur fyri 16 árum síðani
Landsgrannskoðanin hevur aftur víst á, at hóast 16 ár eru liðin, síðani fólkakirkjan var yvirtikin, vanta framvegis reglur frá landsstýrinum. (Savnsmynd)
 
19.09.2023 - 14:26

Hóast fólkakirkjan var yvirtikin fyri 16 árum síðani, eru reglur ikki komnar frá landsstýrinum um virksemið hjá stiftsstjórnini ella um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar.

Tað er annars ásett í tveimum lógum frá 2007, at landsstýrið skal gera kunngerðir.

Landsgrannskoðanin sigur í sínari ársfrágreiðing fyri 2022, at í august í ár fekk hon at vita frá landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, at einki nýtt er hent í málinum.

Í 2014 upplýsti landsstýrismaðurin, at ætlanin var at gera kunngerðirnar í 2015. Og í 2017 upplýsti landsstýrismaðurin, at enn var arbeitt við kunngerðunum.

Í 2016 vóru løgtingsgrannskoðararnir ónøgdir við, at ongar kunngerðir vóru gjørdar. Í 2018 ásannaði Mentamálaráðið, at gott hevði verið, um kunngerðir vóru gjørdar.

Í 2020 upplýsti landsstýrismaðurin, at Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur greiða fatan um, at virksemið hjá stiftsstjórnini yvirhøvur er í tryggari legu.

Men tað er ikki at taka seg aftur í, at ein hóskandi kunngerð hevði verið ein lætti fyri arbeiðið hjá Stiftsstjórnini, segði hann eisini tá. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083