Sambandsflokkurin vil hava landsstýrið at samráðast um verjusemju

Sambandsflokkurin vil hava landsstýrið at samráðast um verjusemju
Landsstýrið eigur gera frágreiðing til uttanlandsnevndina um ítøkilig stig at styrkja verjuna og trygdin í Føroyum, sigur flokkurin í uppskoti til samtyktar
Sambandsflokkurin hevur lagt fram uppskot til samtyktar um verjupolitiskar samráðingar.
 
20.09.2023 - 08:23

Landsstýrið eigur at samráðast við tey, sum hava ábyrgdina av verjupolitiska økinum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða eftir, hvørjum danska stjórin kemur við. 

Tað heldur Sambandsflokkurin.

Flokkurin hevur uppskot til samtyktar um, at landsstýrið ger frágreiðing til uttanlandsnevndina um, hvørji ítøkilig stig kunnu takast, sum styrkja verjuna og trygdina í Føroyum og Norðuratlantshavinum.

Sambandsflokkurin sigur, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur verið á nógvum fundum við  danska verjumálaráðharran.

Men hann hevur boðað frá, at hann bíðar eftir ítøkiligum uppskotum frá donsku stjórnini.

Hann hevur higartil ikki viljað tikið virkan lut í verjusemjuni í fólkatinginum við teirri grundgeving, at slíkar semjur skulu gerast beinleiðis millum landsstýrið og donsku stjórnina, sigur Sambandsflokkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083