Á Breddanum: Tungt og bureaukratiskt sjúkrahúsverk

Á Breddanum: Tungt og bureaukratiskt sjúkrahúsverk
Í sendingini er samrøða við stjóran á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum nú leggur frá sær
Hans Pauli Henryson, fráfarandi stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, heldur, at sum tíðin er liðin er alt meira vald flutt til forstjóran í Sjúkrahúsverkinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
22.09.2023 - 09:20

- Sjúkrahúsverkið er ov tungt og bureaukratiskt.

Tað sigur Hans Pauli Henryson, sum í næstu viku leggur frá sær um stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eftir fýra ár í sessinum.

Setanin av trimum nýggjum stjórum og einum forstjóra í Sjúkrahúsverkinum var byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari heilsusøgu. Við nýggju skipanini skuldu tey trý sjúkrahúsini samstarva betur,

Nýggi bygnaðurin er ein kompleks og tung skipan, sigur Hans Pauli Henryson, og so líðandi er meira vald flutt til forstjóran.

Í Breddanum í dag er samrøða við Hans Paula Henryson.

 

Hans Pauli Henryson hevur verið stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi í fýra ár. 

 

Sjálvmorðsdrona

Sjálvmorðsdronan var ætlað at raka okkum. 

Tað sigur svenski journalisturin, Johan Frederiksson, sum í síðstu viku slapp við lívinum, tá ein russisk sjálvmorðsbumba rakti bilin, sum hansara ferðalið var í.

Tað frætta vit eisini meira um í sendingini í dag.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096