Jan Ziskasen farin frá sum stjóri

Jan Ziskasen farin frá sum stjóri
Nevndin í Føroya Tele vil seta út í kortið av nýggjum, og í hesum sambandi eru partarnir samdir um at fara hvør til sítt
Jan Ziskasen hevur verið samtaksstjóri í Føroya Tele seinastu átta árini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
22.09.2023 - 09:59

Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum.

Føroya Tele sigur í tíðindaskrivi, at nevndin vil seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk.

 

Føroya Tele sigur m.a. soleiðis í tíðindaskrivinum:

"Jan Ziskasen, sum hevur verið samtaksstjóri í Føroya Tele seinastu átta árini, er farin úr stjórasessinum.

William Joensen, fíggjarstjóri, fer fyribils at røkja stjórastarvið. Samtaksnevndin hevur samtykt at seta út í kortið av nýggjum, og í hesum sambandi eru partarnir samdir um at fara hvør til sítt.

Jan Ziskasen er tískil eisini farin úr nevndum í dótturfeløgum hjá Føroya Tele, har hann hevur havt sæti. Nevndarlimir í samtaksnevndini røkja fyribils nevndarsessirnar, sum samtaksstjórin hevur havt.

 

Bjarni Arnason er nevndarformaður í Føroya Tele. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nevndin fer at seta nýggja kós fyri samtakið, har dentur m.a. verður lagdur á, at Føroya Tele til einhvørja tíð virkar í samsvari við kappingarreglurnar á fjarskiftisøkinum.

- Tað skal eingin ivi vera um, at Føroya Tele í framtíðini bæði er ein frílyntur kappingarneyti á fjarskiftismarknaðinum, samstundis sum netparturin í samtakinum verður skipaður so neutralt sum gjørligt mótvegis øllum leikarum á føroyska fjarskiftismarknaðinum, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele.

Ein menningartilgongd verður sostatt sett í verk í samtakinum, og tá henda tilgongdin er liðug, fer nevndin at søkja eftir nýggjum samtaksstjóra," sigur Føroya Tele í tíðindaskrivinum.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096