Seks ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain

Seks ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
Dømda kvinnan skeyt alt fyri eitt dómin í øðrum málinum inn fyri landsrættin
Dómsmansrætturin var samdur um at døma kvinnuna úr Dominikanska lýðveldinum seks ára treytaleysa fongsulsrevsing. (Savnsmynd)
 
22.09.2023 - 15:41

Føroya rættur hevur dømt eina kvinnu úr Dominikanska lýðveldinum seks ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað 1,2 kilo av kokaini til Føroya og Íslands.

Dómsmansrætturin var samdur um dómin

Talan er um tvey mál.

Í seinna førinum er hon dømd fyri at hava okkurt um 600 gramm av kokaini við sær til Íslands, Hon hevði verið í Føroyum stutt frammanundan.

Hesi rúsevnini eru ongantíð funnin, men myndir eru funnar á telefonini hjá dømdu kvinnuni. 

Eftir at dómurin var sagdur, skeyt kvinnan alt fyri eitt hetta málið inn fyri landsrættin við kravi um frídøming.

Óla Jákup Kristoffersen er verji hjá kvinnuni:

 

222092023_Kokain-domur

 

Politiið sigur í tíðindaskrivi, at gongdin í løtuni er tann, at løgreglan hevur alsamt fleiri mál, sum snúgva seg um serliga vandamikil rúsevni, serliga kokain.

Fleiri av teimum, sum smugla rúsevni til Føroya, eru útlendingar, sum annars ikki hava tilknýti til Føroya.

Meiri verður at frætta um málið í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983