Emerald til Tromsø eftir fólki og útgerð

Emerald til Tromsø eftir fólki og útgerð
Farið verður annaðhvørt til Svalbard ella í Smoguna at fiska rækjur
Emerald fer nú á rækjuveiðu.
 
25.09.2023 - 08:20

Trolarin Emerald er nú á veg til Tromsø, har hann skal taka fólk og útgerð umborð.

Haðani fer hann so antin til Svalbard ella í Smoguna at fiska rækjur, sigur reiðarin, Kaj Johannesen.

Skipari er John Mikkjal Godtfred. 

Hin skiparin, Jákup Joensen, er eisini við. Hann er stýrimaður hendan túrin.

Emerald fór av Havnini beint fyri midnátt leygarkvøldið.

Nú eru skjótt triggir mánaðir síðani Emerald fór úr Turkalandi, har hann er bygdur.

Á veg til Havnar var hann í Hirthals og í Vági.

 

Kom 13. juli

Emerald kom á Havnina 13.juli. Men tað vísti seg, at nógv var eftir at gera umborð.

Spølini riggaðu ikki, sum tey skuldu, og heldur ikki verksmiðjan.

Emerald var tveir royndartúrar undir Føroyum, og ein túr eftir rækjum.

Emerald kann fiska rækjur í altjóða sjógvi í Barentshavinum og í Norska havinum.

Hann hevur trý fiskiloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286