Harðskapur millum heimleys í Havn

Harðskapur millum heimleys í Havn
Harðskapurin kemst av, at nøkur vilja avgera, hvør sleppur at vera í bygninginum, har Frants Restorff var
Politiið fekk í nátt tvær fráboðanir um harðskap millum heimleys. (Savnsmynd)
 
28.09.2023 - 08:38

Politiið fekk í nátt tvær fráboðanir um harðskap í sambandi við, at heimleys brúka ein bygning í miðbýnum í Havn um náttina.

Talan er um bygningin, har Frants Restorff var.

Har kunnu vera millum seks og 20 fólk hvørja nátt, sigur politiið.

Politiið sigur, at harðskapurin kemst av, at nøkur vilja avgera, hvør sleppur at vera í bygninginum.

Politiið hevur verið í sambandi við felagið, sum eigur bygningin, millum annað um trygging.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928